Styrkt grundarlag undir Kósavirkinum

Nú eru allir fýra ísfiskatrolararnir í vinnu, sum Christian í Grótinum keypti frá Føroya Banka. Tveir verða riknir av felagnum í Klaksvík - og tveir úr Vestmanna. Nú partrolararnir Nónhamar og Fjalshamar eru farnir til fiskiskap, verður ráfiskagrundarlagið undir Kósavirkinum í Klaksvík styrkt.

Herfyri keypti partafelagið Vár í Vestmanna hesi bæði skipini frá partafelagnum Christiani í Grótinum í Klaksvík.

Ein avtala er gjørd millum Kósavirkið, Christian í Grótinum og partafelagið Vár í Vestmanna um, at Nónhamar og Fjalshamar skulu landa veiðina til Kósavirkið - men fyri marknaðarprís.

Eftir at hava ligið leingi, fóru skipini aftur til fiskiskap mánadagin.

Hinir báðir partrolararnir, Safir og Smaragd, sum Christian í Grótinum eigur, fóru eisini til fiskiskap sunnudagin eftir at hava ligið nakrar dagar, meðan onkrar umvælingar eru gjørdar.

Nú eru so fýra ísfiskatrolarar í vinnu, sum allir koma at landa til Kósavirkið og soleiðis fara at gerast ein munandi partur av grundarlagnum undir stóra flakavirkinum í Klaksvík.