Styrknað VÍF gav dygga mótstøðu

Hvonndeildin: Neistakvinnur máttu slíta fyri sigrinum í Vestmanna í kvøld

Ein dystur er spældur í Hvonndeildini í kvøld. Eitt av fremstu liðunum í kvinnudeildini, Neistin, var á vitjan hjá VÍF í Vestmanna. Nógv stig skilja hesi liðini í landskappingini, men kortini gjørdist dysturin í kvøld sera spennandi. Millum annað tí, at vestmenningar høvdu fingið nýggjar kreftir á liðið.

 

Vestmenningar hava spælt við einum sera skerdum liði í hesum kappingarárinum. Nógvir av vanligu leikarunum hava restað í, men til kvøldsins dyst spældu bæði Liljan Djurhuus og Agnas Olsen, sum báðar hava verið í barnsburði, við fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. Eisini var Marianna Geirsdóttir Eystberg við aftur fyri fyrstu ferð eftir drúgvan skaðasteðg. 

 

Kanska mest eyðsýndi leikarin hjá VÍF í kvøld var kortini serbiski bakspælarin, sum kom til felagið í november, Ema Bezanovic. Hon skoraði fimm mál og bleiv deildur toppskjútti.

 

Styrkurin hjá VÍF sást aftur á dystargongdini. Í fyrra hálvleiki var tað VÍF, sum hevði munin og fór til hálvleiks við oddastøðuni 15-14. Dysturin var sera javnur allan dystin á tamb, men at enda fóru neistakvinnur avstað við sigrinum og vunnu 23-22. 

 

Tað hoyrir tó eisini við til søguna, at neistakvinnur framvegis mangla Marjun Danberg, sum ikki hevur spælt, síðani hon fekk skaða beint undan HM-undankappingini hjá kvinnulandsliðnum í desember.

 

Úrslitið merkir, at Neistin nú yvirtekur oddasessin frá Kyndli. Bæði liðini hava 20 stig, men málúrtøkan hjá neistakvinnum er betri. Niðanfyri eru málskjúttarnir frá kvøldsins dysti og støðan í Hvonndeildini.

 

VÍF-Neistin 22-23 (15-14)

 

VÍF: Ema Bezanovic 5, Heidi Maria Akselsen 5,  Daniella Joensen 4, Randi Virgarsdóttir 2, Kathe Frederiksen 2, Agnas Olsen 1, Brynja Rógvadóttir 1, Liljan Djurhuus 1 og Marianna Geirsdóttir Eystberg 1.

 

Neistin: Jacklin Durhuus 5, Brynja Høj 4, Bára Hansen 4, Ása Dam á Neystabø 2, Eir Berg 2, Lilja Mohr 2, Súsanna Pálsdóttir Nólsoy 2, Birita Ingolfsdóttir 1 og Fríða á Dunga 1.

 

1. Neistin 20 stig

2. Kyndil 20 stig

3. VB 12 stig

4. VÍF 8 stig

5. StÍF 4 stig

6. Stjørnan 4 stig

 

Neistin og Kyndil hava spælt 12 dystir, meðan hini liðini hava spælt 11 dystir.