Ólavur í Beiti
CITES, sum er altjóða felagsskapur grundaður á sáttmálan um handil við hóttum villini djóra-og plantusløgum, hevur sín 11. ársfund í Kenya í hesum døgum. Undan fundinum hevði Noreg sett fram uppskot um aftur at loyva millumlanda handli við sildreka. Norska uppskotið fekk 52 atkvøður fyri, meðan 57 lond vóru ímóti.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur, at úrslitið er eitt álvasamt bakkast fyri burðardygga gagnnýtslu og menning í altjóða høpi. Men samstundis haldi eg, at hetta skal tulkast sum ein nýggj avbjóðing til londini kring Norðuratlantshavið um at seta fulla ferð á økissamstarvið í framtíðini, sigur Jørgen Niclasen.
Norska uppskotið fekk minni undirtøku hesaferð, enn tá Noreg seinast legði sama uppskot fram á 10. CITES ársfundinum i 1997 um at flyta sildrekastovnarnar í norðurhøvum av lista 1 (handilsforboð) til lista 2, sum loyvir millumlanda handli við strongum eftirlitskrøvum. Fyri, at eitt slíkt uppskot kann verða samtykt, mugu í minsta lagi 2/3 av limalondunum atkvøða fyri.
CITES smittað
? Høvuðstrupulleikin sýnist at vera tann, at sama sjúkan sum leingi hevur forðað IWC í at loyva stórhvalaveiðu aftur, nú eisini hevur smittað CITES. Hetta er sera álvarsamt, tá hugsað verður um, at CITES er ein altjóða felagskapur við 150 limalondum, í mun til tey bert uml. 40 limalondini í IWC, sigur fiskimálaráðharrin í tíðindaskrivi.
? Tað tykist sum gongdin í altjóða felagskapum sum CITES er ov lættliga ávirkað av teimum vælkendu upplýsingarherferðunum hjá áhugafelagskapum sum Greenpeace og WWF, sum framvegis halda, at forboð er tað sama sum stovnsrøkt. Hetta kunnu vit sjálvsagt ikki góðtaka.
? Vit hava fylgt við í fyrireikingunum til CITES fundin gjøgnum beinleiðis samstarv okkara við grannalondini Noreg, Ísland og Grønland. Donsku myndugleikarnir, sum umsita CITES, hava ikki havt áhugamál hjá hvalaveiðulondunum í Norðuratlantshavinum fremst í huga í sambandi við sínar fyrireikingar til fundin í Kenya í ár. Vit fingu í seinasta løtu høvi at koma við okkara sjónarmiðum. Donsku myndugleikarnar høvdu ikki sent okkum norska uppskotið til ummælis, tá ið tað varð formliga sent út í heyst, sigur Jørgen Niclasen.
ES-fyriskipanir
Sum ES limaland hevur Danmark bundið seg til ES-fyriskipanir í CITES og danska støðan á CITES-fundum er fyrst og fremst samskipað í ES-høpi. Á CITES fundinum í Kenya var felagsstøðan hjá ES ímóti norska uppskotinum. Sum ES-limaland kann Danmark ikki atkvøða ímóti felagsstøðuni hjá ES, men kann bert lata vera við at atkvøða vegna grønlendsk og føroysk áhugamál. Hetta er eisini ein av høvuðsgrundunum til, at Landsstýrið higartil ikki hevur mælt til, at CITES sáttmálin verður settur í gildi fyri Føroyar.
? Eftir henda fundin í CITES er tað nú ein uppaftur størri spurningur, um tað yvirhøvur loysir seg at binda Føroyar til CITES. Lagnan hjá norska uppskotinum á CITES fundinum gevur okkum heldur eitt greiðar grundarlag fyri at styrkja økissamstarvið í Norðuratlantshavið ? ikki bert um umsiting og gransking av hvalastovnunum gjøgnum NAMMCO - men kanska eisini í mun til samstarvsmøguleikar fyri handil, sigur Jørgen Niclasen at enda í tíðindaskrivinum.