Evnissráðstevna hevur verið í Íslandi um samsstarvsmøguleikarnar á heilsuøkinum í Útnorði. Niðurstøðan var, at hetta samstarv væl kann útbyggjast.
Eitt uppskot er at samstarva um at útbúgva læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, og at londini kunnyu skifta um starvsfólk, tí tað kann styrkja heilsuverkini í øllum londunum og geva burtur av vitan og kunnleika millum starvsfólkini í øllum londunum.
Sum dømi um væl eydnað samstarv varð nevnd skipanin við, at ein íslendskur skurðlækni hvønn mánað kemur til Føroya at skurðaviðgera fyri bróstkrabba. Skipanin tænir báðum londunum. Føroysku sjúklingarnir sleppa frá at fara av landinum, kostnaðurin fyri landið er minni, ogíslendska heilsuverkið fær eyka inntøku. Læknin fær fleiri royndir, og stundum er skjótari hjá kvinnunum at fara undir skurð hjá íslendska læknanum, enn um tær skuldu farið til Danmarkar.
Tosað varð eisini um, at til ber at samatarva um sjúkraflutning við tyrlu. Stundum er skjótari at flyta ein sjúkling á eitt sjúkrahús í Útnorði enn at fara allan vegin til Danmarkar við honum.
Eitt annað evni var sálarliga sjúk fólk. Í Føroyum eru bara 24 seingjarpláss og ein psykiatari, og Í Grønlandi eru 24 seingjarpláss og tríggir psykiatarar. Ísland er væl betur fyri við 140 seingjarplássum og 70 psykiatarum.