Styrkja eftirlitið við fiskiveiðini

- At Vørn fær tvær miljónir aftrat, fer at gera møguleikarnar at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi, betur, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

 

Landsstýrið ætlar at styrkja Fiskiveiðieftirlitið, sum liggur undir Vørn. 

 

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum, hevur raðfest eftirlit í uppskotinum til fíggjarlóg 2023.  

Í uppskotinum er játtanin til Vørn og Fiskiveiðieftirlit hækkað við tveimum miljónum krónum. 

Vørn hevur eftirlit við føroyskum og útlendskum fiskiskipum í føroyskum sjógvi og við føroyskum fiskiskipum, sum fiska uttan fyri føroyskan sjógv. 

Stovnurin hevur eisini eftirlit við landingum og umskipingum av veiði í føroyskum havnum.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu-og samferðslumálum, sigur, at ein størri játtan fer at styrkja um fiskiveiðieftirlitið. 

- Hetta fer at geva okkum rúmari møguleikar at brúka eygleiðarar umborð á fiskiskipum, sum royna í føroyskum sjógvi.

Landsstýrismaðurin leggur aftrat, at hetta eisini fer at betra um eftirlitið við umskipingum og landingum í føroyskum havnum.