Styrkja botnverjuna á brúnni um Streymin

Dekkið á brúnni um Streymin, sum varð tikin í nýtslu á heysti í 1973, er júst høvuðsumvælt, og nú verður farið undir at umvæla og styrkja verjuna av undirstøðinum á teirri skjótt 40 ára gomlu brúnni.

J&K Petersen, sum hevur vunnið uppgávuna at gera arbeiðið, fer nú undir at gera klárt til umvælingina. Fyrsti liður í hesum arbeiði verður at leggja út grótverju sunnan fyri brúnna frá Streymoyarlandinum, og út móti siglingarrennuni. Grótverjan verður somuleiðis byggipláss fyri tí arbeiði, sum gerast skal.

Landsverk sigur, at siglingin undir brúnni verður vanliga ikki ávirkað av arbeiðinum, hóast tað onkuntíð kann gerast neyðugt at steingja siglirennuna í styttri tíðarbil. Tað verður lýst í góðari tíð.

6,6 mió. krónur eru settar av yvir trý ár til arbeiðið, og í ár verður arbeitt fyri umleið tvær mió. krónur. Peningurin kemur frá árligu játtanini til innheinting av eftirsleipi fyri tunlar og brýr, sum fyri 2013 er fýra mió. krónur, skrivar Landsverk á heimasíðu síni.