Styrkisroynd á 2000 metrum

Á Norðoyastevnu síðsta leygardag var stórur spenningur í summum av róðrunum. Størsti spenningurin var í kappingini millum 10-mannaførini, tá ið Eysturoyingur og Klaksvíkingur fóru stavn um stavn um málið.

Í Klaksvík kappaðust 10-mannaførini á 1500 metrum. Í kappróðrinum á Skála seinnapartin í dag fara tey at kappast á 2000 metrum. Hetta verður fyrsta av fýra ferðum, at tað í summar fer at verða kappast á longsta róðrarteininum:

Um eina viku verður kappróður á Sundalagsstevnu í Kollafirði, 27. juni verður róð á Jóansøku á Trongisvágsfirði, og 4. juli verður kappróður í Fuglafirði. Tær báðar síðstu ferðirnar verður kappast á styttsta teininum ? á Vestanstevnu í Sandavági 11. juli og so á Ólavsøku.

Róðrarlíkindini tykjast fara at verða heilt góð seinnapartin í dag.