Styrkismunurin er stórur

Kropsliga er munurin í øllum førum øgiligur. Magni Mohr, sum er fysiskur venjari hjá landsliðnum, hevur áður arbeitt við spælarum í italska Juventus, eins og hann hevur testað spælarar í donsku superliguni.

- Her vísti tað seg, at italsku spælararnir vóru eini 30 til 40% betri enn teir donsku, sigur Magni.

- Við hesum meini eg tó ikki, at teir renna tað meira. Talan er um tá tú ferð eftir ferð arbeiðir við høgum intensiteti, og tað er ofta hetta, sum er avgerandi innan fótbólt. Í kilometrum er teinurin á leið tann sami, men spurningurin er, hvussu væl tú hvílir millum spurtirnar.

Og verður tosað um dystin, so leggur Magni afturat, at munurin í tølum kanska er enn størri.

- Tú kanst siga, at í so máta er tað kanska órættvíst móti føroysku spælarunum, tí tað er einki at ivast í, at føroyingarnir í nógv størri mun koma at renna aftan á teimum italsku. Tað gevur enn fleiri háintensar renningar hjá okkara monnum, sigur Magni.