Styrkiroyndir hjá kvinnum

Tríggir kvinnu- og tveir mansdystir eru á skránni um vikuskiftið, og serliga hjá kvinnunum kunnu dystirnir síggjast sum styrkiroyndir

Einasta av kvinnuliðunum, sum ikki spælir um vikuskiftið, er oddaliðið, Neistin. Hini seks liðini eru paraði í trimum dystum sunnudagin, ið allar kunnu síggja áhugaverdir út.
Í Vági er uppgerð millum VB og Tjaldur, ið bæði vóru væl við í fjør, og í Havn spæla Kyndil og Stjørnan, sum liggja lið um lið á stigatavluni hesa ferð, og at enda er dystur millum VÍF og StÍF, ið vóru tey bæði niðast síðsta vetur.
Av tí at tað er sera ymiskt, hvussu nógvar dystir, liðini hava spælt – summi ein og onnur fýra – er stigatalvan kanska ikki heilt álítandi, men júst dystirnir um viku­skiftið kunnu kanska benda á, hvør fer at roynast væl í vetur og ikki.
Bara tveir dystir eru hjá monn­unum um vikuskiftið, harav annar er í Hoyvík í morgin millum tey bæði niðastu liðini, H71 og Kyndil, sum hava fingið ávikavist tvey og eitt stig.
Hin dysturin verður í Vestmanna sunnudagin, har VÍF ímóti StÍF skal staðfesta, at vestmenningar í vetur eru førir fyri at bjóða bæði Neist­anum og KÍF av heilt har frammi.