- At leggja fleiri kommunu saman, er ómetaliga hart arbeiði. Men hjá okkum hevur tað verið ein fyrimunur.
Tað staðfesti Rodmundur Nielsen, gamli borgarstjórin í Runavík, á borgarafundi í Vági týsvøldið, har ætlanin var at upplýsa eitt sindur um fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging.
Men hetta skuldi ikki skiljast sum eitt tilmæli til suðuroyingar um at leggja saman, tí hann helt, at suðuroyingar skuldu sjálvir taka støðu til, hvat var best fyri teir.
Sjálvur ivaðist hann ikki í, at samanleggingin hevði gjørt Runavík væl betri fyri í kappingini við Havnina og Klaksvíkina.
Hann helt, at tað hevði stóran týdning fyri samanleggingini, at kommunupolitikarar høvdu tann hugburð, at tað skuldi bera til at tosa saman og høvdu dirvi at sessast við sama borð.
Men hann vísti eisini, at allir partar vóru sinnaðir at lýta frameftir og at lata tað gamla farið,
- Kortini skuldu nógvir fundir til og tað var ein ógvuliga strævin tíð. Sostatt var tilgongdin uppundir samanlegging ómetaliga strævin, tí fundirnir vardu mangan fleiri tímar.
Men úrslitið av øllum hesum var, at samanleggingin í Runavík gekk væl.
- Høvuðsendamálið við samanleggingini var at gera stórkommununa føra fyri at geva borgarunum eina betri tænastu og at samskipa umsitingarnar og raksturin.
- Endamálið var eisini, at fáa meiri burturúr íløgum og at minka um íløgutørvin við at forða fyri at íløgur yvirlappa hvørja aðra.
- Endamálið var eisini, at styrkja kommununa í kappingina um arbeiðspláss og at øll skuldi fáa somu tænastu.
Sjálvur helt Rodmundur Nielsen, samanleggingin hevði hepnast rættiliga væl, tó at alt ikki var fullkomið.
Eitt úrslit av samanleggingin var, at talið á kommunustýrislimum fór úr 26 limum, niður í 11 býráðslimur.
- Semja var eisini um at býráðssætið skuldi vera í Saltangará, men at avgreiðsla skuldi vera á Skála, Funningi og Oyndarfirði.
Men longu nú eru avgreiðslurnar í Funningi og í Oyndafirði stongdar og avgreiðslan á Skála er fyribils stongd.
Rodmundur Nielsen staðfesti, at tað vóru ikki tey stóru mótmælini ímóti at avgreiðslurnar vórðu stongdar.
- Tað er ikki avgerðandi fyri borgarar í teimum ymsu bygdunum at ein avgreiðsla er á staðnum, sum er opin eina løtu um dagin. Tað, sum hevur týdning, er, at kommunuskrivstovan svarar og kann avgreiða eitt mál, akkurát tá ið borgarin brúk er fyri tí.
Endamálið við samanlegging varð eisini, at skapa góðar fortreytir fyri vinnulívið og at grundstykki skuldi vera í øllum pørtum í kommununi.
Hinvegin varð kommunuskuld ikki gjørt til eitt avgerðandi mál í sambandi við samanleggingina, hóast summar kommunur skyldaðu rættiliga nógv.
Men nú er skuldin í kommununi væl minni enn eina álíkning. Samstundis er skattaprosentið tað sama í allari kommuni og tað merkti, at skatturin lækkaði í summum bygdum.
Hava skift skúla
Rodmundur Nielsen vísti eisini á, at í sambandi við samanleggingina, var avtalan at bygdaskúlar skuldu ikki leggjast niður. Men tá ið talan er um eina kommunu, hevur staðið foreldrum í boði at velja skúla og tað eru dømi um, at foreldur í smábygdum hava heldur sent børnini í ein stóran skúla.
- Men tað er eitt val, sum foreldrini hava gjørt og ikki eitt krav frá kommununi, segði gamli borgarstjórin í Runavík.
- Sum støðan var fyrr, royndi hvør kommuna at byggja út innanfyri sítt kommunumark. Tað førdi til fleiri óneyðugar íløgur. Tað førdi eisini til, at kommunurnar við Skálafjørð fóru at undirbjóða hvønn annan, bæði viðvíkjandi havnagjøldum og øðrum gjøldum fyri øki av ymsum slagi. Nú eru øll havnagjøldini tey somu.
Sjálvur dugdi Rodmundur Nielsen ikki at síggja nakran vansa við kommunusamanleggingina.
- Eg havi bara sæð ein vinning av samanleggingini, segði hann og hann vísti eisini á, at samanleggingin fekk ikki tær ymsu bygdirnar í kommununi at hvørva.










