Tór Marni Weihe, landsnevndarlimur. Vegna Unga Tjóðveldið
-----
Tjóðveldi merkir fólkaræði, og grundleggjandi fyritreyt fyri einum sunnum og vælvirkandi fólkaræði eru sterkir og kritiskir fjølmiðlar, ið hava eftirlit við valdshavarunum.
Fyri góðum mánaða síðan gjørdist greitt, at Dimmalætting – Føroya elsta blað – ikki fekk fíggjarætlanina at hanga saman, og at blaðið tí ikki fór at koma út framyvir. Professionellur journalistikkur fekk eitt ordiligt skot fyri bógvin, og óhefta og kritiska eftirlitið við teimum, ið sita við valdinum viknaði og er í dag kanska veikari enn nakrantíð.
Tað hevur leingi verið greitt, at tíðindavinnan hevur stórar fíggjarligar trupulleikar, nú hon so dyggiliga eru afturútsigld av tøkniligu framgongdini, og at tíðindastovur í dag, ikki bara í Føroyum, men í øllum heiminum, tí ikki á sama hátt kunnu bera tjóðini journalistikk á høgum støði, nú sosialu miðlarnir hava gruggað miðlalandslagið. Lýsingar gerast alsamt týdningarmiklari lutur í fíggjarætlanini hjá tíðindastovunum, og balansan millum kommersiell áhugamál og professionellan journalistik er tíverri skeiklað til fyrimuns fyri lýsararnar. Hetta eisini í Føroyum. Dimmalætting megnaði ikki at fáa endarnar at røkka saman, meðan hin privati miðilin, Miðlahúsið, valdi at í størri mun dúva upp á lýsingar, og flýtur tíbetur framvegis omaná, tó at journalistiska støðið kanska er lækkað eitt vet.
Tíbetur hava vit í norðurlondum aftur at privatu miðlunum havt sterk almenn kringvørp, ið hava eftirkannað politiska virksemið og kunnað tjóðina um tað, valdið hevur fingist við, uttan at leggja seg í seðlarnar at fáa lýsarar at fíggja virksemið. Almennu kringvørpini hava staðið á fíggjarlógini, og hava tískil havt rásarúm at leggja dent á journalistiska avrikið heldur enn at útvega lýsarar. Týdningurin av hesum almennu kringvørpum kann ikki staðfestast nóg greitt ella nóg ofta. Herfyri varð sending varpað í Sjónvarpi Føroya, um handfaringina av málinum um Skálafjarðatunnilin. Bara dygdin á kritiska journalistikkinum, ið kom til sjóndar í hesi sendingini ber einsamøll vitnisburð um týdningin á einum sterkum og professionellum journalistiskum varðhundi, ið áhaldandi andar valdshavararnar í nakkan og tryggjar at demokratisku spælireglarnar verða virdar.
Tíverri er tað ongin sjálvfylgja, at vit hava Kringvarp Føroya, og at dygdargott fjølmiðlatilfar verður framleitt. Kringvarp Føroya hevur í longri tíð havt ilt við at fáa roknskapin at vísa grøn tøl, og sitandi samgonga eigur í stóran mun heiðurin av hesum, tí at hon hevur niðurraðfest Kringvarpið og áhaldandi skarvað av játtanini til stovnin. Sitandi kringvarpsstjóri, Dia Midjord, varð fyrst noyddur at skriva undir sponsoravtalu við Sp/F Progress, og seinni aftur at skriva undir sáttmála FSF um at fáa ítrottarsendingina 3-2 vísta. Afturat hesum hava vit, ivaleyst sum fyrsta land í heiminum, upplivað, at ein tíðindasending noyðist at fara í summarferiu vegna vantandi miðlar. Trý talandi dømi um, at Kringvarp Føroya nú er somikið niðurlagað, at vit nærkast pínumarkinum. Fólk føla heldur ikki, at tey fáa nakað burturúr kringvarpsgjaldinum, nú landsins fólkavaldu hava valt at seta í verk umfatandi niðurskurðir á mentanarøkinum, ið Kringvarpið er partur av.
Kringvarpið hevur afturat leiklutinum sum kritiskur eygleiðari og demokratiskur eftirlitsstovnur eina eins týdningarmikla og grundleggjandi funktión afturat. Kringvarp Føroya er eina hornasteinur í mentanarlívi Føroya, og øll eru vit samd um, at eitt fjølbroytt og spírandi mentanarlív er ein høvuðsfortreyt fyri trivnaði í landinum. Niðurskurðirnir í virksemi Kringvarpsins hava við sær, at mentanarlívið í Føroyum er viknað, og í Unga Tjóðveldinum halda vit hetta vera at fremja órætt móti teimum eldsálum, ið – hóast trong fíggjarlig kor og langt frá ideelum umstøðum – ótroyttiliga arbeiða fyri einum ríkum mentanarnarlívi í Føroyum, og megna at skapa sannar mentanar- og listaligar perlur. Kringvarpið er ein týðandi lutur í føroyskum mentanarlívi, og virkar í mangar mátar sum ein mentanarligur pallur, ið allar ungar og eldri virkisfúsar lista- og mentanarkreftir hava tørv á.
Í Unga Tjóðveldinum eru vit errin av Kringvarpi Føroya og sannførd um, at skulu vit sleppa undan korruptión og valdsmisnýstlu í Føroyum, og megna at víðarmenna og styrkja føroyskt mentanar-, og listalív, ja so er eitt sterkt alment Kringvarp ein alneyðug fortreyt. Eitt Kringvarp, ið framleiðir sakligt og kritiskt tilfar, umframt at virka sum eitt kraftsentur í føroysku tjóðarbyggingini.
Tessvegna heita vit í Unga Tjóðveldinum á Føroya Løgting og Føroya Landsstýri: raðfestið Kringvarp Føroya við eini hægri játtan, nú telvingin um fíggjarlógina er byrja, soleiðis at føroyska tjóðin eisini framyvir kann nýta gott av mentanarkreftum landsins og professionellum og kritiskum journalistikki!