- Kommunusamskipanin óttast, at kommunurnar fáa ikki fleiri uppgávur at umsita kortini. Hetta verður stórt samfelagsligt afturstig, og Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipanini, heitti tí á aðalfundinum fríggjadagin á landspolitiska myndugleikan um at styrkja kommunala sjálvræðið
Kommunusamskipanin hevði ársaðalfund 24. apríl 2009. Í frágreiðing til aðalfundin fegnaðist Heðin Mortensen, stýrisformaður, um, at tað loksins er komin gongd á ætlanina at fremja ein skipaðan kommunureform.
Hann sipaði í hesum sambandi til arbeiðið, sum landsstýrið hevur sett í verk at gera uppskot til nýggjan kommunubygnað, útlegging serliga av fólkaskúlanum og eldrarøktini til kommunurnar at umsita, eins og broytingar í kommunalu fíggingarskipanini. Hetta fyrsta stigið í arbeiðinum skal verða liðugt á ólavsøku í ár.
Heðin Mortensen vísti tó eisini á, at tað framvegis manglar ein verulig politisk semja um kommunureformin, tí øllum er greitt, at í landsstýrinum og í samgonguni er innanhýsis ósemja serstakliga um útlegging av fólkaskúlanum og eldrarøktini.
Tað tykist tí hava størri týdning hjá landinum at fáa lagt kommunurnar saman og skipa javning, blokkstuðul og felags rakstrar- og íløgukarmar sum amboð at stýra kommunurnar við, heldur enn at skipa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur á ein slíkan hátt, at borgarin fær eina betri og meira samanhangandi tænastu, segði Heðin Mortensen.
Kommunusamskipanin óttast tí, at kommunureformurin verður álvarsliga amputeraður, tá til stykkis kemur ? at kommunurnar fáa ikki fleiri uppgávur at umsita kortini. Hetta verður stórt samfelagsligt afturstig, og Heðin Mortensen heitti tí at landspolitiska myndugleikan um at standa við høvuðsendamálið við kommunureforminum, sum er at styrkja kommunala sjálvræðið til tess at veita betri tænastur til okkara borgarar.
Heðin Mortensen nam eisini við fíggjarligu støðuna. Hóast fallandi skattainntøkur, so stendur samlaði kommunubúskapurin ikki fyri skrædli, og støðan í dag kann ikki samanberast við kreppuna í nítiárunum. Avbjóðingin í dag er meira at tillaga eitt nøktandi og haldgott tænastustøði til broyttu fíggjarligu fortreytirnar og samstundis skapa fíggjarligt rásarúm til ávíst íløguvirksemi.
Hann gjørdi tó samstundis greitt, at hetta letur seg bert gera, um landið steðgar við at flyta undirskotið í landskassanum yvir í kommunukassarnar, so sum fleiri dømi hava verið um síðstu tíðina.
Í ár eru 10 ár síðan, at Kommunusamskipan Føroya formliga varð stovnað, men søgan hjá felagsskapinum gongur longri aftur, tí kommunurnar høvdu drúgvt samstarv at byggja á. Bæði í limatali og íbúgvaratali er felagsskapurin síðani vaksin, men Heðin Mortensen ásannaði, at við kommunureforminum í huga, gevur tað minni og minni meining at hava tvey kommunufeløg.
Tvørturímóti er tað av stórum týdningi, at Kommunusamskipanin og Kommunufelagið nú fáa savnað allar kommunur í eitt felag, tí kommunureformurin verður størsta avbjóðingin fyri kommunala felagssamstarvið og kommunala sjálvræðið higartil, skrivar kommunusamskipanin í tíðindaskrivi.