Stýrisformaður kúvendir

- Nýggjárssendingin verður ikki gjørd eftir hasum leistinum aftur. Og kommunur eiga ikki at sleppa at keypa sær atgongd til senditíð í sjónvarpinum, sigur formaðurin fyri Kringvarpsstýrið

- Tað stutta av tí langa er, at føroyingar fáa eina fína undirhaldssending á nýggjárinum. Tað segði Rúni Heinesen við in.fo tann 27. desember, men í dag hevur pípan fingið eitt annað ljóð:


- Tað stutta av tí langa er, at hetta verður ikki gjørt aftur, sigur hann í stuttari viðmerking, nú einki tíðindaskriv kemur frá stýrinum fyri Kringvarp Føroya í dag. Stýrisformaðurin, Rúni Heinesen, segði annars á døgurða, at eitt skriv skuldi sendast fjølmiðlunum seinni í dag, har tey komu við eini almennari fráboðan, um teirra støðu til nýggjárssendingina, sum tey umrøddu á stýrisfundi í gjár.

 


 

Les eisini Tú fært eitt tíðindaskriv

 

Men hetta skriv kemur ikki í dag – og heldur ikki í morgin. Orsøkin er, at allir stýrislimir skulu góðkenna hvønn stav í skrivinum, áðrenn tað verður sent út. Og hetta verða tey ikki liðug við fyrr enn í ovurmorgin, tí Rúni Heinesen sigur, at skrivið neyvan verður liðugt fyrr enn fríggjadagin.


Stýrisformaðurin ynskir ikki at koma inn á, hvat tey umrøddu á fundinum, ella hvør niðurstøðan var. Men hann lyftir tó lokið eitt lítið sindur.

- Tað stutta av tí langa er, at hetta verður ikki gjørt aftur, sigur Rúni Heinesen og sipar til leistin við einum almennum og privatum samstarvi, sum sp.f. Fjølvinna og Kringvarp Føroya gjørdu í felag.


- Kommunur skulu heldur ikki sleppa at keypa seg inn í sendingar við stuðli. Hetta og annað í sendingini er ikki í tráð við reglurnar um góðan fjølmiðlasið, sigur Rúni Heinesen, sum ikki hevur fleiri viðmerkingar, fyrr enn skrivið frá Kringvarpsstýrinum er sent miðlunum fríggjadagin.


Tann 19. desember kundi høvuðssamskiparin av nýggjárssendingini, Høgni í Jákupsstovu, í morgunsending í Útvarpinum annars fortelja føroyingum, at Tórshavnar kommuna var ein av stuðlunum í sendingini.


Tollaksmessudag, 23. desember, visti in.fo og Rás2 so at siga, upphæddin, Tórshavnar kommuna rindaði, var 50.000 krónur, og at Klaksvíkar kommuna hevði rindað 60.000 krónur, fyri at sleppa í sjónvarpið nýggjársaftan.


Fýra dagar seinni, tann 27. desember, kom stýrisformaðurin – sum tá visti av, at tvær kommunur stuðlaðu nýggjárssendingini við omanfyri 100.000 krónum – til fylgjandi niðurstøðu á in.fo.


- Tað stutta av tí langa er, at føroyingar fáa eina fína undirhaldssending á nýggjárinum, segði Rúni Heinesen fýra dagar áðrenn sendingin fór í luftina.

 

Les eisini Fara at spyrja um málið

 

Tí er tað áhugavert, at Rúni Heinesen í dag sigur, at kommunur ikki skula kunna keypa sær atgongd til sjónvarpið, men sum Tórshavnar og Klaksvíkar kommuna annars gjørdu.


Hetta fingu vit tó ikki spurt Rúna Heinesen um, tí stýrisformaðurin fyri Kringvarpið hevur ikki aðrar viðmerkingar til málið enn tær, sum standa omanfyri, fyrr enn skrivið er sent fjølmiðlunum fríggjadagin.

 

Les eisini Rúni ósamdur við Dia

Les eisini Hetta royna vit ikki aftur