Sambært Fólkaheilsuráðnum er tað ongantíð ov tíðliga at leggja góðar kostvanar niður í børnini. Men hoast føroyingar eru vorðnir nógv meiri tilvitaðir seinnu árini, er tað sum at endin verður púra sleptur á jólum.
Kostserfrøðingar í fleiri londum hava í seinastuni ávarað um ta ovurnýtlsu av sukri, sum serliga merkir børnini í desember mánaði.
Sambært serfrøðini merkir tað børnini í stóran mun, um tey fáa ov nógv sukur. Men børnini duga ikki at seta órógvið í kroppinum í samband við nógva sukri og tómu kaloriurnar. Tískil mugu foreldrini seta mørkini, áðrenn børnini fáa alt ov nógv av sukri.
Vit skulu hugna okkum á jólum, men tað skal hóast alt vera máti við tí søta, og nógv góð ráð eru til, hvussu vit minka um sukrið á jólum.
Eitt av góðu ráðunum er at lata nærveru koma í staðin fyri søtmeti. Tað, at tey vaksnu geva sær stundir at vera um børnini og spæla við tey, ger, at børnini ikki sakna skálina við karamellum. Um okkurt skal vera at bíta í, ber í staðin til at seta mandarinir, frukt, nøtur og tílíkt á borðið.
Eitt annað gott ráð er at avmarka søtmetið. Heldur enn at seta eina karamellueskju ella eina køkudós á borðið, ber til at geva barninum fimm karamellur ella smákøkur, so tey ikki fáa etið seg um rygg.
Eisini ber til at gera jólini eitt sindur aktiv, heldur enn at familjan bara liggur á sofuni og hyggur í sjónvarp - og fyllir seg við feitum mati og søtmeti. Um øll familjan gongur ein túr, tekur ein fótbóltsdyst ella spælir krógva og blunda, ber til at sláa tvær flugur við ein smekk. Í fyrsta lagi tí vit flyta okkum burtur frá skálini við søtmeti, samstundis sum vit røra okkum, ljóða nøkur av góðu ráðunum.