Løgtingið vil hava greiðar reglur fyri, hvat er leigubilar fyri at fá røttu avgjøldini goldin.
Í drúgva tíð hevur lógin um avgjøld av bilum verið so skrúvað saman, at leigubilar sleppa bíligari í avgjøldum, tá ið teir verða seldir víðari.
Tað skrivar Sosialurin um vikuskiftið – og at bilasølurnar hava gjørt sær dælt av hesum seinnu árini.
Fyrimunurin er, at tá ið ein bilur hevur verið leigubilur, so skal MVG bert gjaldast av muninum millum innkeypsprís av bilinum og so tað, sum bilurin verður seldur fyri eftir at hann hevur verið leigubilur.
Hagtølini fyri leigubilar í Føroyum hava fingið politisku skipanina at rakna við. Tølini vísa greitt, at talið avleigubilum er eksploderað seinnu árini.
Meðan bert gott 30 leigubilar vóru innfluttir í 2011, so vóru 552 leigubilar innfluttir í fjør.
Politiska skipanin heldur ikki, at tað er rætt, at summar bilasølur fáa fyrimun av at innflyta bilar sum leigubilar – og so dagin eftir at teir eru skrásettir verða seldir við lægri MVG avgjaldi.
Fyri tey sum keypa bilar, hevur tað verið ein fyrimunur, at tey hava fingið so at siga nýggjar bilar fyri ein bíligari prís – bert tí teir í veruleikanum hava verið skrásettir sum leigubilar.
– Nevndin ivast í, um ásetingarnar í mvg lógini um mvg-frítøku fyri leigu- og demobilar hava verið fylgdar samsvarandi endamálinum. Hagtøl yvir, hvussu nógvir leigubilar og demobilar eru skrásettir tey seinastu fimm árini benda á, at okkurt er galið, sigur fíggjarnevndin í álitinum.
Í uppskotinum frá fígg jarmálaráðnum verður skotið upp, at bilar minst skulu hava koyrt sum leigubilar ella demobilar í seks mánaðir, skulu teir seljast bíligari og gjalda minni MVG.
Fígg jarnevndin heldur, at reglurnar skulu gerast uppaftur neyvari og hevur tí gjørt eitt broytingaruppskot, sum sigur, at ikki skulu bilarnir bert hava verið skrásettir sum leigubilar í minst seks mánaðir, men teir skulu eisini hava verið útleigaðir til minst 10 kundar.
Hetta fer at gera tað truplari at selja hesar bilarnar meðani teir eru heilt nýggir. Teir skulu vera minst seks mánaðir gamlir, men teir skulu eisini verða brúktir av minst 10 leigarum.