Gerandisdagurin ávirkar hárið rættiliga nógv, men Kaare Weismann, yvirlækni á privata sjúkrahúsinum, Hamlet, hevur ráð fyri hesum.
Ein skal ikki vera nakar stjørnufrøðingur fyri at fáa bilbugt við keðiliga hárinum. Yvirlæknin á privata sjúkrahúsinum, Hamlet, Kaare Weismann sigur, at tað hvørki er vátt hár í kulda ella hársproytarin, ið uppturkar ella feittar hárið. Sjálvt baðið er syndarin.
Style?a við máta
Sproyting (lakk) turkar hárið, meðan kamburin og busturin knekka bróta hárini. Um nógv verður koyrt í hárið hvønn dag, er eisini lættari at sleppa sær undir brúsuna at vaska tað. Ætlar tú at permanenta ella lita hárið, er best at fara til eina hárfríðkanarstovu at gera tað. Røturnar eiga ikki at verða litaðar fleiri ferðir um mánaðan.
Et Zink og slepp undan strongd
Fært tú ikki nóg nógvan Zink, sær hárið lívleyst út og kann steðga at vaksa. Et tí eina rúgvu av ostru, hveitispíra og krabba. Hárið vísur eisini, hvussu tú hevur tað ? bæði kropsliga og sálarliga. Strongd turkar hárið, og tað missir fylli. Strongd kann eisini gera, at ein missur hárið, og tað kann henda rættiliga skjótt, sigur Weismann.