Stykkja út á Vatnsoyrum

Vága Kommuna fer í næstum undir eina útstykking á Vatnsoyrum

Býráðið í Vága Kommunu hevur samtykt at gera eina nýggja útstykking á Vatnsoyrum.


Ætlanin er at stykkja út til 4 grundstykkir. West Tech hevur projekterað arbeiðið, og teir eru eisini bidnir um at bjóða arbeiðið út.

Væntandi kann arbeiðið byrja nú í summar, og grundstykkini klár at selja í heyst, skrivar Vága Kommuna á heimasíðu sínari.