Stykkja út 27 nýggj grundstykki á Oyrarbakka

Ein nýggj útstykking á Oyrarbakka verður klár um eitt gott ár ella so

 

Tað sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.

– Vit eru í gongd við eina útstykking á Oyrarbakka við 27 grundstykkum. Útstykkingin verður eftir æltan klár um eitt gott ár ella so, sigur Jógvan Kruse.

Oyri og Oyrarbakki eru syðstu bygdirnar í Sunda kommunu í Eysturoy. Talan er um tvær bygdir, ta gomlu bóndabygdina Oyri og og ta um 100 ára gomlu niðursetubygdina Oyrarbakki.

Nýggja útstykkingin verður umleið ein kilometur sunnan fyri brúnna. Og tað fer sum vera man at økja um fólkatalið í bygdini. Á Oyrarbakka búgva sambært Hagstovuni 166 fólk, og á Oyri 182. Í Sunda kommunu búgva 1.831 fólk.