Okkurt bendir á, at tað endiliga fer at bera til at velja nýggjan forseta í Libanon, sum hevur ligið í forsetaloysi síðani tann 23. novembur. Libanska tjóðartingið hevur umrøtt fleiri uppskot, men heilar 11 ferðir er avgerðin útsett. Nú er líkt til, at meiriluti kann fásst fyri herovastanum Michel Suleiman. Á fundi í Kairo um vikuskiftið samdust teir arabisku uttanríkisráðharrarnir um at styðja Michel Suleiman sum forsetaevni. Avgerðin fell tann 12. januar.