Styðja griksku stjórnina

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sum kom til Grikkalands í dag, sigur, at USA styðjar tað grikska fólkið og landsins stjórn. Tá hon kom til Athen, segði Hillary Clinton, at USA tekur undir við tiltøkunum hjá Papandreou-stjórnini, og at tey eru neyðug fyri at fáa landið burtur úr fíggkarkreppuni.

Í Grikkalandi skal Clinton hitta George Papandreou, forsætisráðharra og Stavros Lambrinidis, fíggjarmálaráðharra, sjálvt um USA ikki hevur nakran beinleiðis lut í arbeiðinum at hjálpa Grikkalandi.

-USA hevur ongan beinleiðis lut í hesum. Tað eru Altjóða Gjaldoyragrunnurin, Evropeiski Miðbankin og ES, sum ganga undan, skrivar tíðindamaðurin hjá AFP úr Athen.