Styðja Abbas

Teir flestu palestinararnir styðja Mahmoud Abbas, sum herfyri varð valdur til tann fyrsta forsætisráðharran í teimum níggju ára gomlu palestinsku sjálvstýrisøkjunum.

Ein meiningakanning vísir, at 64 prosent av teimum spurdu styðja Abbas. 70 prosent svaraðu, at hann eigur at fara undir friðarsamráðingar við Ísrael sum skjótast, men bert 39 prosent halda, at tað fer at eydnast honum at fáa tamarhald á teimum víðgongdu felagsskapunum og at fáa teir at ganga undir ein vápnahvíldarsáttmála.
Sambært kanningini halda 43 prosent av palestinunum, at Mahmoud Abbas er førur fyri at vinna sær álit ímillum palestinar, og tey halda eisini, at skipanin við einum forsætisráðharra fer at gera støðuna hjá Yasser Arafat, forseta veikari.