Sjónleikarin Pamela Anderson stuðlar arbeiðnum hjá Sea Shepherd, og nú hon og maðurin eru stødd í London, er líkt til, at tey fara at nýta høvi at koma til Føroya at stuðla herferðini hjá Sea Shepherd ímóti grindadrápi.
Sagt verður, at Pamela Anderson kemur til landið ólavsøkuaftan, men talan verður helst um stuttan steðg, tí Ekstrablaðið skrivar, at týsdagin kemur Pamela Anderson til Danmarkar at halda frí nakarar dagar.