Stuttskygdar partvisjónir mugu eisini orðast

- Um Visjón 2015 skal fáa trúvirði, mugu nakrar stuttskygdar partvisjónir samstundis orðast á leiðini fram ímóti 2015, so okkurt eisini hendir her og nú, sigur Andras Róin, samfelagsfrøðingur og limur í strategibólki

- At ein triðingur sigur seg kenna seg sum part av visjónini, er positivt fyri tey, sum vara av. Hinvegin er tað bert ein lítil minniluti, sum trýr uppá, at vit vera millum tey fremstu í 2015, og tað er negativt, sigur Andras Róin, samfelagsfrøðingur. Hann metir, at kanningin hjá Fynd kann tulkast bæði positivt og negativt.

Partvisjónir her og nú
Yvirhøvur hevur hann frá byrjan mett, at hugskotið um eina langsiktaða ætlan, sum skal gera Føroyar til eitt betri land, er positivt. Men hann hevur samstundis nakrar avgjørdar meiningar um, hvør størsti trupulleikin í løtuni er.
- Tað er átalu vert, at alt tykist liggja so langt frammi. Á vegnum mugu vit seta nakrar partvisjónir, sum so hvørt mugu realiserast, um Visjón 2015 á nakran hátt skal fáa trúvirði millum føroyingar, sigur júst fráfarni stjórin á Føroya Tele.
Andras metir, at leiðin fram ímóti 2015 er eins týdningarmikil sum sjálvt málið, og tí má politiski myndugleikin binda seg til nakrar partvisjónir ”hen ad vejen”. Um fólk skulu trúgva tí ovurstóru ambitión, sum Visjón 2015 er, mugu fólk samstundis síggja ítøkiligar broytingar her og nú, metir Andras.
- Í løtuni er visjónsarbeiði ov lítið ítøkiligt. Vit síggja eingi ”quick wins”. Tí trúgva so fá sambært kanningini uppá, at vit vera so frammarlaga í 2015, og tað mugu avvarðandi taka til eftirtektar. Um vit harafturímóti longu í 2007 og 2008 sóu, at broytingar stigvíst verða framdar, høvdu vit trúð meiri uppá tað, sigur Andrass Róin.
- Politiski myndugleikin má eisini forplikta seg stuttskygt, slær Andras fast.