Í sambandi við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu hevur verið skipað fyri stuttsøgukapping.
– Endamálið er at kveikja áhugan fyri føroyska málinum og fyri skrivaða orðinum, siga stigtakararnir.
Nú freistin at lata søgu inn til kappingina er farin afturum, kann staðfestast, at áhugin fyri at luttaka hevur verið sera stórur. Tilsamans eru fleiri enn 60 stuttsøgur komnar inn.
Dómsnevndin fer nú at meta um allar søgurnar, og vinnararnir verða kunngjørdir á stóra tiltakinum í Bylgjuni í Runavík 1. mai.
Á Mentanarvikuni í ár verður varpað ljós á føroyska málið. Umframt stuttsøgukappingina við kveikingardegi og skriviskeiði vera rithøvundakvøld, fyrilestrar, bókaframløgur, skeið í framburði og nógv annað á skrá.