Frá at vera minni vird enn stóra skaldsøgan er stuttsøgan nú aftur serliga væl umtókt millum danskar lesarar, og sølan av stuttsøgusøvnum økist alsamt. Eftir einum hálvum ári er Dengang med hunden eftir Pia Juul selt í 10.000 eintøkum, meðan meir enn 10.000 danir høvdu keypt nýggja savnið Oscar Wildes elevator eftir bert fýra døgum.
- Stuttsøgan hóskar betri til tíðarinnar skjóta samskifti og okkara løtukendu veruleikafatan, har tú hevur eitt starv, inntil tú fært tær eitt nýtt, sigur Anders Toftgaard, sum hevur skrivað serritgerð um stuttsøguna, við Dagbladet Information.
Í Danmark er tað framvegis dapra stuttsøgusavnið Radiator hjá Jan Sonnergaard frá 1997, sum sigst at hava slóðað vegin fyri endurreisnini av stuttsøguni. Í byrjanini av 90unum stóð stuttsøgan annars týðiliga í skugganum av skaldsøguni og yrkingini. Men sum heild er hetta nú við at broytast, og á flestu forløgum sigst orsøkin vera, at stuttsøgan vendir sær til tann modernaða lesaran, sum ikki hevur stundir at lesa langar skaldsøgur, men framvegis vil hava góðsku.
Um rákið eisini ferð at síggjast aftur hjá føroyskum stuttsøguhøvundum er ilt at siga. At skriva stuttsøgur hevur nevniliga ikki verið tað, føroyskir samtíðar høvundar hava gjørt mest av seinnu árini.
Stuttsøgur tykjast at vera komnar aftur til heiður og æru - í øllum førum uttanlands










