FAMILJUTILTAK
Mentanarvikan, sum var í Runavík í síðstu viku, hevur havt nógv á skránni; bæði til børn, ung og vaksin. Leygardagin var túrurin kanska serliga komin til børnini, tá ið Trøllapætur og øll hini høvdu eitt stórt trøllashow í ítróttarhøllini í Runavík.
Tiltakið byrjaði kl. 15:00, men longu ein tíma áðrenn stóðu fólk í kø og bíðaðu eftir at sleppa at keypa atgongumerki, og tá ið avtornaði, vóru umleið 700 fólk og hugdu. -Har vóru líka nógv vaksin sum børn, og tað var ikki sørt, sum tey vaksnu eisini flentu eftir sprellunum hjá ommuni, og eftir politihundinum, sum fór millum beinini hjá Jógvani politisti, við Erlingi aftaná!
Tey flestu børnini sótu pinnastill á gólvinum og fylgdu við í tí, sum fór fram á tí vakra pallinum, sum var settur upp. Summi sluppu eisini at klappa politihundinum, sum var sera fittur og blíður við børnini.
Lagið var gott á bæði vaksnum og børnum, og øll sungu væl við, tá ið kendu sangirnir hjá m.ø. trøllaommuni vóru á skránni. Børnini bæði klappaðu, sungu, dansaðu og flentu.
Framførslan fór fyri tað mesta fram á pallinum; men Trøllapætur og omman runnu eisini undan politistunum niðri á gólvinum millum øll børnini, sum dúgliga eggjaðu teimum at renna enn skjótari, so tey ikki vórðu fangað.
Endin á øllum var, at leikamafian varð fangað, Kári handilsmaður fekk pengarnar hjá sær aftur, og øll vóru glað.
Tá ið framførslan var liðug, komu tveir Bassar á pallin at heilsa upp á børnini, og starvsfólk hjá Føroya Sparikassa góvu børnunum sunkist, ballónir og taskur heim við. -Alt í alt eitt sera væl eydnað familjutiltak, sum øll vóru væl nøgd við.