Karin Mikkelsen, sum enn ikki er komin 100 prosent fyri seg eftir skaðan, hon hevur havt í fótliðinum síðstu vikurnar, hevði enn eina ferð fingið eitt sindur av hjálp av góðum klisturbandi og øðrum, so hon fekk spælt.
At hon ikki var 100 prosent, sást tó ikki endiliga aftur inni á vøllinum, har hon – sum altíð – var til reiðar at ganga undan og stríðast.
– Hetta er øgiliga gott. Serliga í dag, nú vit hava ligið fremst alt kappingarárið. Tí áttu vit hetta. Tað var ræðuliga stræðið, men eisini stuttligt, at spæla ein so javnan dyst, segði Karin, sum ikki væntar, at SÍ ætlar sær minni burtur úr næsta kappingarár.
– Nei, vit seta okkum ikki lægri mál fyri komandi ár, so vit fara aftur eftir greipuni tá. Kanska verður tað ikki akkurát sama liðið, sum vit koma at hava næsta ár, men vit verða líka sterkar fyri tað.