Fyri hálvum ári síðani avgjørdu Rannvá og Sveinur, at tey skuldu giftast. Parið, ið eru búsitandi í Noregi við tveimum børnum, helt tíðina vera búna til stóra stigið:
- Vit valdu ein tilvildarligan dag, sum í fyrstu atløgu ikki var 7. juli. Men av ymiskum orsøkum vóru vit noydd at flyta dato, og so endaði tað á sjeynda, sigur nýklakti brúðgómurin.
Av tilvild
Spurdur um sermerkta talið, 07.07.07, hevði nakað við hesa avgerð at gera, svarar Sveinur:
- Nei, slett ikki. Tað var ikki fyrr enn vit byrjaðu at skriva niður í samband við fyrireikingarnar, at vit funnu út av tí. So sjálvt um tað ger tað heila eitt sindur stuttligari, so var tað púra av tilvild.
Brúðarferð við Gjógv
Rannvá og Sveinur vóru tey fyrstu, ið vórðu vígd í havnar kirkju leygarmorgunin. Vígslan var klokkan níggju, og aftaná varð móttøka hildin heima hjá foreldrunum hjá Sveini:
- Vit høvdu ein ótrúliga góðan dag. Ein skáli varð settur upp uttan fyri húsið, har gestirnir sótu í góðveðrinum og hugnaðu sær, sigur hann.
- Tá ið fólkið byrjaði at fara, og móttøkan varð liðug, koyrdu vit til Gjáar, har foreldrini eiga eini summarhús. Her vera vit so í nakrar dagar, sigur hoyvíkingurin, sum gleðiligani svaraði spurningum, hóast vit órógvaðu hann á brúdleypsferð síni.