Tá ið ein av vinkonum mínum kom umborð á Air Asia fyrr í ár, bleiv hon sera bilsin. Flogternan, ið tók ímóti henni - "Senior flight attendant" - hevði hvít, loðin kaninoyru á høvdinum. Hetta var ikki, tí tað var fyrsti apríl, ella at tað var árið hjá kaninini, men hinvegin boð frá leiðsluni at gera flogtúrin stuttligari.
Vinkonan fortelur, at hon visti ikki rættuliga um hon skuldi flenna ella gráta, men at hesin túrurin nokk ikki fer líka skjótt í gloymibókina sum nógvir aðrir.
Hendan flogternan var ikki tann fyrsta av sínum slagi. Í fjør gjørdist David Holmes, ið starvast á Southwest Airlines í USA, heimskendur, tá ið hann rappaði trygdarboðini til ferðafólkini. Eitt av ferðafólkunum tók uppá video og legði út á YouTube, og vups, so hevði David Holmes skapt eitt nýtt rák millum flogternur.
Í filippinska flogfelagnum Cebu Pacific Airlines sleppa flogternurnar ikki fram at mikrofonini, har dansa tær til Lady Gaga og Katy Perry, meðan tær vísa, hvar neyðdyrnar eru, og hvussu bjargingarvesturin skal blásast upp.
So Magni Arge, nú veit tú, hvat skal til! Næstu ferð vit sessast í Atlantic, verður tað kanska til rapp og kaninoyru!
Myndir: Flogfeløgini og privatar










