TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Kjartan Johansen, sum skoraði tvey mál, tá føroyska U21-landsliðið tapti 21-29 ímóti Týsklandi í dysti í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria.
Kjartan Johansen heldur tað verða eina góða kenslu at kunna fylgja so væl við týskarunum so leingi í dystinum, og enntá verða á odda í steðginum.
Men hann ásannar, at tað gekk ikki nóg væl í hond seinastu 10 minuttirnar, tá føroyska liðið brenda ov illa.
Men samlað er talan um eina jaliga uppliving, sum er ein góð upplading til dystin ímóti Ungarn í morgin klokkan 18. Rás2 sigur frá tí dystinum.










