John Erik Eidesgaard var tann hepni vinnarin í lutakastinum um 12.500 krónur.
Henda kappingin var millum tey sum høvdu sent fiskamerkir inn frá november 2010 til oktober 2011.
Sjálvt lutakastið fór fram á Vaðhorn 1. desember. John Erik, sum er 15 ára gamal, var við Stapanum í desember 2010, og har fekk hann tann merkta toskin frá manningini. Hetta var meðan teir fiskaðu vestan fyri Mykines.
- Tað var sera stuttligt at fáa hendan merkta toskin, sigur John Erik.
John Erik gongur í skúla á Felagsskúlanum á Oyrabakka, og hann ætlar sær á skiparaskúla seinni. John Erik hevur hug til sjógvin og eigur eitt fýramannafar, sum hann ofta rør út við um summarið.