Marius er avgjørt ein tann mest sermerkti bólkurin á føroyska pallinum. Við stuttligum og lívligum tónleiki, visti Marius seg at vera eitt satt yvirraskilsi.
Og tó, tað kundi illa gingið galið, tá manningin telur Brand Jacobsen, Heðin Ziska, Bjarka Meitil og Óla Olsen, umframt høvuðsmannin Hans Marius Ziska og gamla Flux felaga hansara, Svein Gaard Olsen, ið sang og floytaði sum ein eingil.
Ljóðførini vóru heldur øðrvísi, enn tað, ein vanliga sær, við harmoniku, ukulele og trækassatrummu.
Stuttlig framførsla, og avgjørt vert at tjekka teir, um høvið býðst.