Dugni á Kambsdali er við stuttligasta handli í Eysturoy á vitjan á eystanstevnu í Runavík. Hetta er ein sonevndur "Pop-Up Retro Handil".
Á eystanstevnu húsast Dugni í Piddasahandli í Runavík, og í morgin verður aftur opið frá klokkan 10-18.
- Vit hava í eina tíð samlað ymiskar retro teakmøblar, sett í stand og polstra, og øll eru hjartaliga vælkomin at vitja okkum í Piddasahandli í morgin.
Tað sigur Torgerð Hansen, sum er dagligur leiðari á Dugna á Kambsdali.