Flogbóltur
Nakað eftir sigurin á Gibraltar fingu vit orðið á Margit Joensen, sum aftur í ár hevur sýnt sera gott spæl á liberoplássinum.
Eftir at hava ynskt henni tillukku við sigrinum, spurdu vit hana, hvussu føroyska liðið nú fór at fyrireika seg til finaluna. Um tað ikki kundi darva teimum eitt sindur, at tær enn ikki høvdu verið undir nøkrum veruligum trýsti, orsakað av væntandi mótstøðu.
- Tað er rætt, at vit enn ikki hava verið undir veruligum trýsti í dystunum, men hetta hevur eisini gjørt, at spæl okkara ikki hevur so gott, sum tað kann verða.
- Millum annað hjá mær sjálvari, har móttøkurnar eru sera týdningarmiklar, hevur ikki gingist nóg væl, men eg ivist ikki í, at hetta verður betri fríggjadagin. Tá verður nógv meira smasja móti okkum, soleiðis at eg alla tíðina verið í gongd, og so verður konsentratiónin størri, sigur hon.
Stuttligari
Annars roknaði Margit við, at talan fór at verða um eina sera spennandi finalu.
- Bæði liðini hava verið sera sterk higartil, og enn hevur mótstøðan verið avmarkað. Tá talan verður um ein dyst, har mótstøðan er størri, fer hetta heilt víst at lyfta støðið á spælinum, og tað er sjálvandi eisini nógv stuttligari at spæla, tá talan er um ein spennandi dyst.
Hvørt hon roknar við at vinna gull ell silvur, vildi Margit tó einki siga um, tá vit at enda spurdu hana um vónirnar til dystin.
- Vit eru so avgjørt ikki vísar í nøkrum sum helst. Sjálvandi fara vit á vøllin fyri at vinna gullið, men vit vilja heldur ikki leggja óneyðugt trýst á okkum sjálvar. Øll hini rokna kanska við, at vit uttan víðari fara at verja gullið, og tað ætla vit sjálvsagt, men lætt verður tað so á ongan hátt, segði hon at enda.









