Næsta ár fer tað at verða stuttligari at búgva í Havn
Serliga hjá familjum við børnum.
Tað einasta, býráðið skal taka støðu til hesa næstu tíðina, er,hvussu nógv stuttligari tað skal vera at búgva í høvuðsstaðnum.
Tórshavnar Býráð hevur viðgjørt fíggjarætlanina fyri næsta ár.
Í løtuni er skattaprosentið í Havn 20,75% og barnafrádrátturin er 5500 krónur um árið fyri hvørt barn undir 18 ár.
Lækkar og hækkar
Hóast viðgerðin ikki er liðug enn, er tað longu nú greitt, at bæði kommunuskatturin fer at lækka og at barnafrádrátturin fer at hækka.
Fyri tveimum árum síðani var skattaprosentið í Havni 19,75%, men tað varð hækkað eitt prosent at fíggja Boðanesheimið við.
Hvørt skattaprosent í Tórshavnar Kommunu er einar 33 milliónir krónur.
Samstundis lovaði meirilutin í býráðnum, at tá ið Boðanesheimið var liðugt, skuldi skatturin lækka aftur.
Nú er Boðanesheimið liðugt og Í býráðnum eru tey sinnað at halda lyftið.
Spurningurin er bara, hvussu tað skal gerast.
Tað, sum samgongan í býráðnum higartil hevur stungið út í kortið, er, at skattapsrosentið skal lækkað 0,5%.
Tað svarar til góðar 16 milliónir í mistari inntøku hjá kommununi.
Men afturfyri skal barnafrádrátturin hækka 2500 krónur fyri hvørt barnið, upp í 8000 krónur um árið.
Eisini tað svarar til góðar 16 milliónir í mistari inntøku
Tilsamans svarar tað í krónum og oyrum sostatt til ein skattalætta upp á einar 33 milliónir milliónir, ella eitt skattaprosent.
Upp aftur betri
Men kanska verður tað upp aftur stuttligari enn so at verða havnarfólk næsta ár.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið staðfestu Jan Christiansen og Sjúrður Olsen, býráðslimir úr andstøðuni, at sum heild tóku teir undir við fíggjarætlanini, sum samgongan hevur lagt fram.
Men teir løgdu dent á, at Fólkaflokkurin vil hava, at barnafrádrátturin hækkaði heilt upp í 10.000 krónur um árið fyri hvørt barnið undir 18 ár.
Hetta fer at kosta kommununi 12 milliónir eyka, sum síðani skulu finnast onkustaðni, men tað varð ikki nevnt, hvussu tað skuldi finnast.
Jan Christiansen sigur, at hetta ger Fólkaflokkurin fyri at lívga barnafamiljurnar.
- Tað er ræðandi, at fólkatalið minkar, enntá ið høvuðstaðnum, sigur Jan Christiansen.
Hann sigur, at hetta verður samstundis einasta broytingin, Fólkaflokkurin vil hava.
Hann heldur nevniliga, at hevur flokkurin bara eitt ynski, er størri møguleiki fyri at fáa undirtøku fyri tí, enn um hann kemur við fleiri broytingaruppskotum.
Víst varð eisini á, at tá ið skattaprosentið og barnafrádrátturin eru samtykt, ber ikki til hjá býráðnum, sum tekur við eftir valið, at broyta tað aftur.
Letur seg gera
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísti als ikki aftur, at barnafrádrátturin skal hækka upp í 10.000 krónur.
- Alt letur seg gera, men vit mugu undir øllum støðum ikki økja um útreiðslurnar, so verður barnafrádrátturin hækkaður, má okkurt annað skerjast.
Hinvegin heldur Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum, at skattaprosentið lækkar eitt prosent og at barnafrádrátturin hækkar upp í 8000 krónur.
Hetta fer at kosta kommunini upp ímóti 16 milliónum meiri um árið, enn uppleggið frá samgonguni er, men Annfinn Brekkstein nevndi ikki, hvussu hetta skuldi fíggjast.
Gera seg inn á kommmununa
Í sambandi við viðgerðina í býráðnum átalaðu fleiri býráðslimir landsstýrissamgonguna fyri at gera seg inn á kommunurnar.
Eitt nú fáa kommunurnar onki av skattinum av inngjaldinum til pensjónir. Samstundis tvífaldast gjaldið hjá kommununum fyri at hava børn á samdøgurstovni og nú skulu kommunurnar eisini rinda meiri av rentustuðlinum til sethúsaeigarar.
Og býráðslimirnir heittu staðiliga á umboðini hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum í Tórshavnar Býráð um at fara til teirra flokkar í Landsstýrinum um at fáa hetta í rættlag.
Jan Christiansen skuldi fegin bera boðini víðari, men bæði Sjúrður Olsen og Annfinn Brekkstein vístu á, at teir vóru býráðslimir og høvdu onki við landspolitikk at gera.