Í morgin klokkan 16 letur Janus á Húsagarði upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.Hann sýnir m.a. fram myndirnar í nýggju bók síni Ferðin hjá Mosalisu Fyri nøkrum árum síðan gav Janus á Húsagarði út bókina Mosamollis, og nú hevur hann gjørt eina nýggja bók, sum eitur Mosalisa.
Mosalisa er ein trøllagenta, sum býr í Suðuroynni, og í bókini ferðast hon um alla oynna.
Eingin tekstur er í bókini, og tað er tí upp til hugfløgið hjá børnum og foreldrum at fortelja søguna.
Myndirnar í søguni verða at síggja á framsýning, sum letur upp fríggjadagin klokkan 16. Opið er til kl. 21. Leygardagin til týsdagin verður opið frá kl. 10 til 20.
Janus á Húsagarði hevur eisini aðrar myndir á framsýningini.