Stuttlig samgonga - fyri ikki at siga láturlig

Tað er við spenningi man bíðar eftir nýggjum tíðindum úr samgonguni. Nærum dagliga berast løgin og enntá láturlig tíðindi úr 16½-manna samgonguni, sum skuldi vinna føroyngum álitið aftur á politisku skipanina. Við øðrum orðum var alt álit fokið, áðrenn hesi nústjórnandi vunnu valdið.

 

Løgmaður

I dag bórust tíðindi um, at heili 7 høvdu søkt aðalstjórastarv í Vinnu- og uttanríkismálaráðnum. Ov fáar umsóknir vóru í fyrru syftu – bara 8 – og tí ynskti løgmaður at søkja umaftur fyri at fáa fleiri umsóknir. Enntá vórðu treytirnar linkaðar, so fleiri kundu søkja.

 

Poul

Landsstýrismaðurin í Vinnu- og uttanríkismálum hevði tó heilt aðra orsøk enn løgmaður. Hann segði beinleiðis, at hin best skikkaði ikki kundi fáa starvið, tí hann var systkinabarn við ein vinnulívsmann, sum hevur spælt Føroyar upp í Champions League vinnuliga. Hinvegin hevur Poul Michelsen ongar trupulleikar at samstarva við núsitandi aðalstjóra, hóast hesin er bróður ein annan skilamann av Glyvrum, nevniliga stjóran í Magn.

 

Sirið

I Innlendismálaráðnum er heldur frægari skil. Har hevur man mist álitið á einum deildarstjóra, tí hann hevur almannakunngjørt eina avgerð, sum landsstýriskvinnan sigur seg taka undir við. Deildarstjórin, sum tey onki álit hava á, hevur fingið nýtt álitisstarv at standa fyri umhvørvispolitikki samgongunnar.

Annars snúði málið í Innlendismálaráðnum seg als ikki um deildarstjórar og fulltrúar. Tað snúði seg um størstu einstøku kommunalu útbygging í Føroya søgu. Sirið Stenberg hevði eina vónleysa støðu. Hóast Tjóðveldi javnan hevur peikifingurin á lofti, um eitt landsstýrisfólk ikki fylgir tilmælum frá umsitingini, kundi Sirið Stenberg ikki fylgja tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini. Hetta vildi sett samgonguna við Havnaumboðunum Helenu og Heðin í eina ótolandi støðu. Hinvegin kundi hon heldur ikki ganga ímóti Tjóðveldi í býráðnum í Havn, tí so fekk hon innanhýsis flokstrupulleikar. Uttan mun til, hvørja avgerð hon tók, vildi hon fingið stórar trupulleikar. So hon valdi onga avgerð at taka. Og lata ein fulltrúa í ósketni avgreiða málið. So slapp hon undan at ganga ímóti tilmælinum frá Byggi- og býarskipanarnevndini. Og so slapp hon undan innanhýsis stríði millum Tjóðveldi í Tórshavnar Býráði og Tjóðveldi á Tingi. Og so slapp hon undan innanhýsis trupulleikum í samgonguni. Snilt. Nú eru allir trupulleikar akkumuleraðir í deildarstjóranum, sum tey hava mist alt álit á, og sum tessvegna hevur fingið nýtt álitisstarv.

 

Høgni

Høgni Hoydal er annar maður. Hann hevur alt summar selt fisk á royndaruppboðssølu. Ætlanin við royndaruppboðssøluni er læra og gera okkum meiri vitandi um, hvussu marknaðarkreftirnar virka. Høgni kann sjálvandi ikki gerast klókari, tí hann hevur aftur og aftur boðað frá, at onki kemur óvart á og at hann veit alt frammanundan. Og so seint sum í dag, hvar ongin svartkjaftur varð seldur á royndaruppboðssølu, segði Høgni, sum vanliga plagar at vera skelkaður, at hetta kom als ikki óvart á. Hann visti alt frammanundan.

 

Rigmor

Rigmor Dam er farin fjart á flog til hitan í Rio. Tó man tann hitin vera stokkutur og neyvan so heitur, sum stólurin í Mentamálaráðnum. Har tey eru í døpurhuga millum fjarhita og jarðhita. Hon heldur – ella helt - at tað er álvarsmál ikki at upplýsa Løgtingið heilt og fult um allar lutir, tá mál verða løgd til Tingsins støðu. Hetta gjørdi hon vart við í sambandi við CIP-málið. Nú er spurningurin, um hon gevur sær sjálvari sama dóm sum øðrum.

Ajú, hesi vilja endurreisa álitið á politisku skipanina.

 

Bill Justinussen