Tað gekk skjótt og væl at avgreiða fjórða FM kappróðurin í ár. Líkindini vóru góð, og í Vági eru fyritreytirnar góðar, tí har verður bara kappast so at siga á deyða vatni – innanfyri grótkastið á sunnara landinum – har fyrimunirnir við fasta startinum plagdu at vera stórir.
Nú er hesin fyrimunurin ikki so stórur. Tað kemst av, at tað í øllum støðum, har kappróður hevur verið í ár, er munandi betri skipað fyri, enn tað onkuntíð hevur verið. Fyrireikararnir eru vornir sera kringir at fáast við fasta startin, og bátar og amboð, sum verða nýtt í strembanini at fáa alt at rigga væl, eru alt betri og tryggari at fáast við.
Róðrarsambandið og lokalu fyrireikararnir kring landið fáa herðaklapp fyri væl avrikað verk!
Eftir er at vóna, at tað fer at laga seg eins væl í kappingunum, sum eru eftir.
Nú leygardagin verður eingin kappróður. Tá er Varmakeldustevna í Fuglafirði, og hon telur ikki við í ár. Tað er spell, tí Fuglafjørður er gott róðrarøki, har tað ber til at rógva á øllum teinununum. Tað er ilt at ímynda sær, at kapprógvarar, sum hava fyrireikað seg til kappingarárið í nógvar mánaðir, høvdu havt nakað ímóti, at kappingarárið var átta og ikki sjey stevnur. At steðgur skal vera í ógvuliga stuttu sesongini kennist ivaleyst meiningsleyst hjá nógvum rógvarum.
Eftir eru Fjarðastevnan, sum í ár er í Vestmanna, Vestanstevnan, sum í ár er í Sandavági, og so Ólavsøkan. Higartil hava kappróðrarlíkindini verið heilt góð. Millum Jóansøku og Ólavsøku er hásummartíð, og tí mugu vit hava loyvi til at rokna við, at tað eisini fer at roynast væl í trimum teimum síðstu og avgerandi kappingunum.
Spurturin
Fyrr í summar kendist tað sum um, at møguleikin fyri serligum spenningi ikki var serliga sannlíkur.
Nú hevur tað lagað seg soleiðis, at tað kann fara at verða heilt spennandi í FM kappingini í nøkrum róðrum.
Miðvingur, Páll Fangi við kvinnum og Junkarin í barnaróðrinum hjá dreingjum eru heilt suverenir, og tað ber illa til at ímynda sær annað, enn at hesir bátarnir fara at vinna FM við fullum stigatali.
Eisini Jallurin í barnaróðrinum hjá gentum, Havfrúgvin í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum og Lómur í kappingini millum 6-mannafør við monnum hava fulla úrtøku, men í hesum kappingunum hevur munurin millum tveir teir fremstu bátarnar verið so tepur, at tað væl ber til at ímynda sær, at onkur annar bátur kann vinna á onkrari stevnu. Einki er tó at ivast í, at allir bátarnir, sum eftir fýra kappingar hava fult stigatal, eru stórfavorittar at vinna FM.
Í kappingini millum gentumanningar er púra opið, eftir at Hvassi hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar. Í kappingini millum 10-mannaførini er spenningur komin í, nú tað eydnaðist Suðuroyingi at vinna á Jóansøku.
Teinurin, sum verður rógvin komandi mánaðin, er sera stuttur, og tí er talan mest sum bara um ein spurt. Hann verður langur, inntil síðsta skotið hevur gelt ólavsøkuaftan, og tað er ikki minst hetta, sum ger kappróðurin so fasinerandi og spennandi!