Amerikumaðurin Jesse Olson hevur gjørt ein lítlan film um Hanus G. Johansen. Filmurin, ið er tøkur á Vimeo síðuni hjá Olson, lýsir Hanus í samrøðu og við tónleiki, samstundis er filmurin ein lýsing av Tórshavn í myndum.
Sjálvur skrivar Olson um filmin, at hann hevði ætlanir um at gera eitt prát við Hanus, men Hanus gjørdi ikki minnið enn at skipa fyri eina spontantari konsert í Klaksvík.
Í filminum eru eisini brot úr hesari framførlsuni, har har spælir nýggjari og eldri løg hjá sær til tekstir hjá Hans J. Glerfoss og Poul F. Joensen.
Á leinkjuni, ið liggur niðanfyri hesa grein, kanst tú sleppa til filmin.
Jesse Olson er virkin ferðamaður, ið sigur seg royna at granska heimin eitt land fyri og annað eftir.