Heiðrikkur á Heygum dugir annað enn at syngja ? hann hevur nú eisini gjørt ein nýggjan stuttfilm, sum kallast ?Mítt Rúm?.
Filmurin er ein stuttur sci-fi filmur sum tekur upp evni um einsemi og hvussu framtíðar tøkni, sum vit longu nýta í gerandisdegnum (MySpace, Facebook, MSN o.s.fr.) kann kurera hetta.
Filmurin, sum er 24 minuttir langur, hevur frumframsýning í Norðurlandahúsinum 11. oktober kl. 19.