Stuttfilmur - "Ein gyltur skurður"

”Ein gyltur skurður” er heitið á spildurnýggjum stuttfilmi, sum er gjørdur um neytakjøtið í Miklagarði.

”Ein gyltur skurður” er heitið á spildurnýggjum stuttfilmi, sum er gjørdur um neytakjøtið, sum Føroya størsti matvøruhandil - Miklagarður í SMS - keypir heilt úr Ný Sælandi.

 

Frásøgumaður í filminum er slaktarin í Miklagarði síðan 1977, Jørgen Jørgensen.

 

Í filminum greiðir hann eisini frá sínari bakgrund, sínari familju og sínum arbeiðsplássi. Høvuðsdentur verður lagdur á kjøtið av Angus-neytunum, sum liva í vakrari náttúru, frítt og økologiskt, í Ný Sælandi.

 

Jørgen Jørgensen sigur, at kjøtið, sum Miklagarður soleiðis keypir úr Ný Sælandi, er so nær tí økologiska, sum yvirhøvur ber til í neytahaldi.

 

- Neytini eru millum hálvt annað og tvey ára gomul, tá tey vera slaktað. Tey ganga á villum víddum og eta gras alt árið. Tey fáa ongar hormonir, ei heldur antibiotika.

 

Jørgen Jørgensen sigur, at kjøtið av Angus-neytunum soleiðis er eitt tað besta sum yvirhøvur kann útvegast.

 

Regin Dalsgaard, ið starvast sum ráðgevi hjá Miklagarði og SMS, sigur, at hetta er annar stuttfilmurin av fýra, sum tey fara at gera.

 

- Hin fyrsti filmurin var um thailensku vaskikonuna í Miklagarði. Persónurin aftan fyri hetta arbeiði verður lýstur, og her verður eisini kunnað um, hvat tað merkir og krevur at vaska í Miklagarði.

 

Ráðgevin sigur, at filmurin um Angus-neytini eisini er filmurin um, at Miklagarður vil tryggja og sannføra viðskiftafólk um, at dygdin á kjøtinum er í hásæti.

 

- Vit kunnu eisini siga, at hetta er tað, sum á fremmandum máli verður rópt ”content marketing”, ið er ein nýggjur og øðrvísi háttur í marknaðarføring.

 

Regin Dalsgaard sigur, at við filminum fær brúkarin eitt neyvari innlit í ta vøru, sum viðkomandi keypir.

 

”Ein gyltur skurður” sæst her á in.fo - og eisini á stuttfilm.fo, sigur ráðgevin.