DYSTUR
Besta týska landsliðið í fótbólti skal spæla á Tórsvøll mikudagin hin 11. juni. Men týsku leikararnir ætla ikki at steðga longri enn í Føroyum enn hægst neyðugt.
Ìsak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF, upplýsir, týsku leikararnir koma til Føroya úr Skotlandi, har liðið leygardagin hin 7. juni skal spæla móti Skotlandi.
Týskararnir fara at venja týskvøldið kl. 18 á Tórsvølli, har øll kunnu koma at hyggja, sum hava hug.
Mikudagin verður eitt stutt venjing fyri at gera leikararnar klárar til dystin mikukvøldið.
Ísak Mikladal sigur, at týska landsliðið vil sleppa avstað longu sama kvøld, men tað er ikki vist, um hetta ber til.Annars fara týsku stjørnurnar avstað hósmorgunin 12. juni.