Stutt viðmerking til Lisbeth

Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Eg ætlaði mær als ikki at leggja fyri í nýggja árinum í einum orðadrátti í bløðunum við mínar egnu samgongufelagar, men viðmerkingin hjá serliga Lisbeth L. Petersen, men eisini frá øðrum m. a. mínum egnu floksfeløgum ger, at eg meti, tað er neyðugt at koma við eini rættleiðing um mín leiklut í samband við fíggjarlógina fyri 2007.
Í samband við álitið frá meirilutanum í fíggjarnevndini til fíggjarlógina fyri 2007 var eg tvær ferðir í viku 51 á fundi við meirilutan í fíggjarnevndini.
Á fyrra fundinum fekk eg at vita, at í uppskotinum frá meirilutanum stóðu 5,2 mió. kr. til LV fyri rakstur av undirsjóvartunlunum - sjálvandi við tí greiða endamáli, at kostnaðurin fyri at koyra ígjøgnum skuldi lækka. Tað gekk greitt fram á tí fundinum, at uppskotsstillarin var Anfinn Kallsberg, men ikki sum ein minniluti, men sum partur av meirilutanum. Tá gjørdi eg vart við, at vit heldur áttu at tikið samlaða ferðakostnaðarmálið upp sum eina heild t. v. s. eisini umfatandi skipini hjá SL, soleiðis at vit kundu komið við einum prísreformi við lækkaðum gjøldum til várs fyri undirsjóvartunlar og ferjur við gildi frá t. d. 1. mai.
Seinnu ferð, eg var á fundi við meirilutan, var sama morgun, sum onnur viðgerð var. Tá boðaði eg frá, at um raksturin av undirsjóvartunlunum framvegis var við í meirilutaálitinum, so fór eitt broytingaruppskot at koma, sum kom at skjóta upp, at á leið sama upphædd var latin SL, so kostnaðurin av ferðaseðlum við Strandferðsluni eisini kundi lækkast. Sjálvandi fór eitt slíkt uppskot at koma – alt annað vildi verið løgið. Tað høvdu tingmenn eisini boðað mær frá. Og tað kom so eisini.
Tá Lisbeth sigur, at eg skuldi sligið nevan í borðið og tikið málið úr hondunum á figgjarnevndini, so skal eg bara siga, at tað hevði eg als ongar ætlanir um. Málið lá hjá tykkum, og um eg blandaði meg meira, enn eg gjørdi, so hevði eg ivaleyst hoyrt fyri tað frá øllum í nevndini. Málið lá uttan fyri mítt mandat, Lisbeth. Tit fýra í meirilutanum eru okkara talirør og umboð.
Mítt point er, at eingin kann lumpa ella lirka eina játtan í eitt álit. Álitið var álitið frá meirilutanum, har Sambandsflokkurin eigur tvey umboð, Javnaðarflokkurin eitt umboð og Fólkaflokkurin eitt umboð. Var uppskotið viðvíkjandi undirsjóvartunlunum bert frá einum nevndarlimi, hevði verið talan um eitt minnilutaálit. Men tit handaðu Løgtinginum eitt meirilutaálit, sum tit øll fýra høvdu undirskrivað og harvið góðtikið. Seinni samtykti løgtingið tykkara uppskot og broytingaruppskot – longri er tann søgan ikki.
Annars skal eg geva Henrik Old rætt í, at loysnin við lækkaðum gjøldum fyri ferðing gjøgnum tunlar og við ferjum sjálvandi kemur at venda rætta vegin.