Stutt viðmerking til Kristian Fríðrik Olsen

Vilmund Jacobsen,
Journalistur



Góði Kristian Fríðrik.
Eg haldi, tað er gott, at tú sum stjóri í Landingarmiðstøð Føroya soleiðis lýsir eitt slíkt mál við neyvum tølum og tekur saman um eitt longri tíðarskeið.
Tað er góð kunning, sum gevur eina breiðari og betri mynd av støðuni.
Hetta kunnu vit skjótt vera samdir um.
Hinvegin mugu teir, sum eiga línuskipið Ågot, eisini hava rætt til at lýsa sína støðu – ella ónøgd - við sínum tølum, sum eisini eru røtt.
Vit kunnu eisini vera samdir um, at einki var galið við tølunum hjá skiparanum, Eyðsteini Poulsen, sum eg endurgav í Sosialinum og í okkara loftmiðli.
Tey vóru røtt.
Í aðrar mátar er tað góð kunning, sum eg nevndi, tá tú ómakar tær at taka saman um tvey ár hjá júst hesum skipi og kemur til eitt nógv lægri prosenttal fyri landingarútreiðslur í einum longri tíðarskeiði.
Men rætt skal vera rætt.
Eyðstein Poulsen umrøddi ikki bert landingarútreiðslur, men landingar-og søluútreiðslur í nevndu grein.
Eftirfylgjandi havi eg so roynt at lýst sjónarmiðini hjá Landingarmiðstøð Føroya við at bera tykkara boðskap um hesi viðurskifti, bæði í loftmiðli okkara Rás2 og á Portalinum.
Fari annars at nýta høvi at takka landingarmiðstøðunum kring landið fyri gott samstarv.
Uttan tykkara hjálp, vóru fiskivinnutíðindini í okkara miðlum nógv fátæksligari.