Stutt viðmerking til Jan Højgaard

Man skal ongantíð steina, tá man býr í glashúsi.

Dan R. Petersen

Eg hevði lova mær sjálvum, ikki at vera forherðaður við Jan. Men tá hann soleiðis spælir mær kortini upp í hondina, verður freistingin ov stór.

Teir menn, eg havi siglt saman við, hava gingið lítið upp í starvsheitir. Virðingin hevur ligið í tí arbeiði, ein hevur útint. Men tað er rætt, sum Jan sigur: eg eri lærari. Nýliga byrjaður aftur at undirvísa eftir 7-ára steðg. Fyri rættleikan skyld kann eg so eisini upplýsa, at Jan Højgaard er læraravikar!

Eg vildi bara mett, at mín siglingstíð í sjófartsbókini, helst er fult so drúgv sum hon hjá Jan.
Hon strekkir frá mínum 15-ára føðingardegi við jøvnum millumbilum til hálvan august í ár.

Tað er eisini rætt, sum Jan sigur, at eg havi fingist eitt sindur við politikk. Tær royndirnar, vænti eg, kunnu koma mær til góðar í fakfelagsarbeiði.

Jú, Jan og eg hava dystast fyrr. Tað var til síðsta løgtingsval. Tá søgdu veljarar sína meining. 19 atkvøður til Jan Højgaard og 327 til Dan R. Petersen. Tær 19 vóru ikki nokk til ein varðasess fyri Bill Justinussen. Bill var annars fyrstur í tinginum at reisa spurningin um at tvinga menn at taka livur.

Tá eg at enda játtaði at stilla upp, var mín treyt, at eg onki vildi hava við uppstillingina at gera. Tað metti eg sum veikleikatekin. 7 skipsmanningar og 2 sóknarformenn standa aftan fyri uppstillingina. Tað eg veit, er ongin annar spurdur.

Setti Jan somu treyt fyri uppstilling?

Út frá omanfyristandandi fakta, so meti eg framvegis, at ein atkvøða til Jan styrkir sitandi formann eitt sindur. Men tað mann fara at ganga kortini.

Yvir og farin.