Stutt um ítrótt

Ítróttur: Regin Vágadal náddi ikki finaluna, FS Vágar frá heimadyst fyrst og nýtt fólk í svimjinevnd

SVIMJING: Leygardagin hevði Svimjisamband Føroya ársaðalfund, og tveir av nevndarlimunum í starvsnevndini stóðu fyri vali.

Bæði Aksel Haraldsen og Ragnar Rubeksen bóru seg undan afturvali, og fyri teir vóru valdir Eli Stakksund og Hermund Jacobsen. Til eykalim varð Poul Poulsen valdur.

Formaður í Svimjisambandinum er framvegis Petur Heðin á Fløtti.



STERKIR MENN: Regin Vágadal var í farnu viku í Las Vegas og kappaðist um heitið Heimsins sterkasti maður.

Í fjør kom Regin í finaluna og fekk samanlagt framúr gott úrslit. Hesaferð náddi Regin ikki í finaluna, men endaði sum nummar fýra í sínum bólki.

Kappingin var sera hørð, og hóast Regin var nummar tvey eftir fyrsta umfar, kláraði hann ikki at halda seg har frammi.

Finalan í kappingini verður næsta vikuskiftið. Næsta kapping hjá Regini Vágadal verður kappingin um heimsins sterkasta víking.



FÓTBÓLTUR: FS Vágar fær heimavøll í fyrra uppflytingardystinum til 1. deild.

Vágamenn skulu spæla móti TB, og liðið, sum samanlagt vinnur, spælir í 1. deild næsta ár, meðan taparin spælir í 2. deild.

Fyrri millum dysturin vágamenninar og suðroyingarnar verður í Miðvági leygardagin, og Oddmar Andreasen úr HB skal døma.

Seinni dysturin verður á Tvøroyri sunnudagin 19. oktober, og tá skal Lassin Isaksen úr KÍ halda skil á.