Stutt um fótbólt

Borgvardt skrivaði undir í Íslandi
Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at B36 hevur verið í sambandi við tveir álopsspælarar, sum í fjør leiktu í bestu íslendsku deildini.
Nú er so greitt, at annar av hesum báðum í øllum førum ikki verður í Gundadali í ár, tí Allan Borgvardt og felag hansara, FH, samdust hósdagin um nýggjan sáttmála.

Sonni L. Petersen á Mølina
EB/Streymur hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at teir til komandi kappingarárið hava fingið tilgongd av Sonna L. Petersen. Sonni hevur undan hesum alla tíðina leikt við NSÍ. Í fjør fekk hann heilt fitt av spælitíð frammi í álopinum, og í landskappingini gjørdist tað til seks mál frá fótum hansara.

Todi framvegis ikki klárur
Todi Jónsson verður neyvan við frá byrjan, nú FCK fer undir fyrireikingarnar til seinnu hálvu av endaspælanum. Todi hevur í vetrarsteðginum verið í Eysturríki, har hann hevur fingið servenjing fyri skaðan í lærkrikanum, sum hevur arga í langa tíð. Heldur ikki Erik Mykland er førur fyri at venja við liðnum. Hann hevur fingið bruna í hælsinuna, og í ringasta føri kann hetta merkja, at hann noyðist at siga farvæl til fótbóltin med alla.