Arbeitt verður við at broyta bygnaðin á sokallaðu ferðsluløgregluni. Ferðsluløgreglan er nú ein eind, sum hoyrir undir Politistøðina í Havn. Skipanin virkar í høvuðsheitum soleiðis, at tær ymsu politistøðirnar boðsenda ferðsluløgregluni at gera kanningar, sum tørvur og tíð er. Sum frá líður verður ferðsluløgreglan ein sjálvstøðugari eind, sum frítt kann virka um alt landið, skilst á nøkrum teirra, sum dagliga arbeiða innan eindina. Annars er skipanin soleiðis, at um fólk ynskja ferðsluløgregluna á staðið, ber til at seta seg í samband við sýslumann ella politistøð á staðnum, sum síðani setir seg í samband við ferðsluløgregluna.
Djurholm vil hava
avgjøldini niður
Formaðurin í Løgtingsins fíggjarnevnd, Bjarni Djurholm, metir, at prísmunurin millum diesel og bensin í Føroyum er vorðin alt ov stórur. Og serliga orsakað av almenna avgjaldspolitikkinum er munurin vaksandi og veksur, hvørja ferð prísurin á altjóða marknaðinum fer upp. Bjarni Djurholm vil kortini ikki hava dieselprísin upp, men heldur bensinprísin niður. Prísøkingin nú 29. mai stóðst av dollarkursinum og øðrum viðurskiftum á altjóða marknaðinum, sum vit onga ávirkan hava á. Eisini heldur Bjarni Djurholm, at vinningurin hjá oljufeløgunum øktist lítið í mun til prísøkingina, sum stendst av almennu avgjøldunum, sum lutvíst hækka prosentuelt í mun til søluprísin. Gongdin er vitleys, sigur Bjarni Djurholm, tí landskassin fær kortini minni inn í avgjøldum, tí alt fleiri keypa dieselbilar, og tá hugsað verður um umhvørvisdálking, so er hetta ein skeiv leið at ganga.
Følsk trygd í razzia.dk
Razzia.dk er ein internettænasta, sum sigur seg til eina og hvørja tíð kunna upplýsa, hvar og nær danska løgreglan ger ferðkanningar. Nærum 7000 ferðir sigst henda tænasta at hava forpurrað ferðmátingar hjá donsku løgregluni fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Skipanin er nú so væl útbygd, at bilførarar fyri nakrar krónur kunnu melda seg til telefontænastuna hjá razzia.dk og gjøgnum GSM-fartelefonir støðugt fáa upplýst, hvar løgreglan ger kanningar. Men Jan Fossaberg, løgreglumaður í ferðsluløgregluni, segði við Breytina á Rás 2 fríggjadagin, at føroyingar ikki áttu at lata seg lokka av hesum, um teir nýttu tænastuna í Danmark, tí talan er um eina falska trygd. Løgreglan var kortini eitt fet frammanfyri alla tíðina, og skjótt var at blíva snýttur, hóast ein helt væl til standa. Hann sammetir hetta við, at løgreglan ger ferðmátingar fleiri staðir á sama strekki, og fólk halda seg vera undansloppin, tá tey eru komin gjøgnum fyrstu ferðmátingina - bara fyri at renna seg inn í ta næstu! Tænastan hjá razzia.dk er annars ikki ólóglig, og danska løgmálaráðið ætlar einki at gera fyri at steðga tænastuni.
Løgreglan meira at gera í ferðsluni
Nýggja ferðslulógin fer at økja um arbeiðsbyrðuna hjá løgregluni, í øllum førum í fyrstani. T.d. fer helst at ganga eitt langt tíðarskeið, áðrenn øll hava vant seg av við at tosa í handhildnari fartelefon í bili. Eisini skulu øll nú sita í trygdarbelti, eisini tey smæstu, og her verður helst nógv at kanna og hyggja eftir hjá løgregluni. Harnæst eru ferðásetingarnar í ávísum førum broyttar. Men ferðsluløgreglan roknar við, at talan bert verður um eitt "tillagingartíðarskeið", til fólk hava vant seg við nýggju reglurnar.
Nógv fara at falla fyri promilluni
Tann 1. juli verður promillumarkið 0.5 og markið fyri rúsdrekkakoyring 0.8. Í sendingini Breytini á Rás 2 fríggjadagin segði Jan Fossaberg frá ferðsluløgregluni, at fleiri kunnu væntast at fara at falla fyri promillumarkinum eftir 1. juli. Hann metti, at talan her eisini fór at verða um eitt tillagingartíðarskeið, har fólk máttu venja seg við, at nú var altso talan um onga øl - ella í mesta lagi eina og ikki meira - so fall ein fyri promillumarkinum. Sjálvur roknaði hann við fleiri frádømingum enn vanligt.