Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum:
Ætlanin er, at útgreiningararbeiði skal vera liðugtí september mánaði
Í Sosialinum ígjár var samrøða við meg um ávíst útlendingamál.
Sum eg fyrr havi sagt, ber ikki til hjá mær at fara inn í einstøk persónsmál, og tað nevndi eg eisini við blaðmannin.
Í hesum sambandi er kanska hóskandi at gera eitt ískoyti til samrøðuna.
Vit komu síðani at tosa um tað, sum í løtuni hendir við útlendinga-politikkinum, har eg greiddi frá, at Innlendismálaráðið arbeiðir saman við einum politiskum fylgibólki at útgreina, hvussu vit í framtíðini loysa hesi mál og fáa ein greiðan og hóskandi útlendingapolitikk, sum kemur at fevna um integratión, útbúgvingar, arbeiðsmøguleikar o.a. í hesum sambandi.
Tað sum eg nevndi, men sum ikki kom við var, at ætlan okkara var at fáa hesa útgreining greiða áðrenn summarfrítíðina, men av tí at so nógv er at gera, verður hetta ikki greitt fyrrenn í september mánaði.
Nógv orka krevst
Leggjast kann afturat, at samstundis sum hetta útgreiningararbeiðið verður framt av tveimum fólkum, har annað fólkið eisini tekur sær av øðrum málum í Innlendismálaráðnum, skulu útlendingamál avgreiðast - eini 700 í tali.
Tá henda samgonga tók við, varð sett í Samgonguskjalið, at »Trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihaldsloyvi verða loystir«.
Tað havi eg sett mær fyri, men sum í londunum uttan um okkum, er hetta nakað sun tekur tíð, krevur orku og krevur at okkara fólk sleppir til og hevur tíð til at gera hetta arbeiði.