Stutt ískoyti afturat til Hórald Joensen

Fólkatalið í fiskivinnuni munandi lækkað, eisini lækkaður við sløkum 30 prosentum, illa gongst at fáa annað enn fiskaútflutning

Undir táttinum “Fiskirannsóknarstovan – góður búskapur og høgt lívsvirði,” tekur Hóraldur Joensen granskari soleiðis til í grein síni:

 

“Tað besta fyri fiskastovnarnar, veiðuflotan, allan tann føroyska búskapin eins og sjófólk okkara hevði verið, at ein munandi partur av øllum útróðrarmonnum og sjómonnum góvust við feskfiskaveiðu og fóru í land. Tí at tá høvdu teir eftirverandi í yrkinum fingið væl betri fiskiskap, meiri og størri fisk við hægri konditónsfaktori og livurindexi, meiri livur og størri inntøku”.

 

Síðani nemir hann við møðina og øðina inn á talsmenn, sum eru í móti ovveiðu, sum hvarv, um færri fiskimenn vóru umborð og fleiri í landi, betrað familjulív o.s.fr.

 

Í hesum orðum liggur nógv, sum breitt kundi verði tikið til nærri viðgerðar. Her eru í øllum førum nakrar staðfestingar við faktuellum tølum og veruleikum.

 

Talandi tøl

Sambært Hagstovuna eru broytingar í løntakarastørvum hesar. (Tøl av løntakarum):

 

2005 2008 Munur

Fiskivinna.o.o ráevnisvinna 5.129 4.659 - 460

Byggivinna o.o. tilvirking 3.296 3.871 + 575

Privatar tænastuvinnur 7.423 8.267 + 844

Almenn o.o. tænasta 8.360 8.971 + 611

 

Meðan løntakaratalið eftir trimum árum í fiskivinnuni o.a. ráevnisvinnu er lækkað við sløkum 500 størvum, eru hinar tríggjar greinarnar øktar við góðum 2000 størvum.

 

Herafturat sæst, at í dag eru 500 færri mynstraðir fiskimenn enn fyri góðum 30 árum síðani og talið av útróðrarmonnum er leysliga farið úr 400 í 2001 niður í eini 250 í 2007. Lækkingin er meiri enn triðingur í 6-7 ár.

 

Talið av fiskimannastørvum liggja sostatt lægri enn pedagog- og lærarastørv.

 

Hetta hevur verið gongdin seinastu árini. Munandi partur av løntakarunum er longu farin í land, men Hóraldur Joensen, granskari og mangir við honum halda,at her gongur ov seint. Hesir eru ikki nøgdir við alt ov seinu gongdina.

 

Útflutningurin fallandi – innflutningurin øktur

Útflutningur Føroya fyrsta ársfjórðing í ár, sammett við í fjør, sær soleiðis út:

2007 2008

Fiskavørur alifiskur íroknaður mió. kr. 1.095 744

Annar útflutningur mió. kr. 31 37.

 

Útflutningurin, sum næstan bert er frá fiskivinnuni, er lækkaður við 341 mió. krónum ella 29 prosentum. So gott sum einki er komið í staðin. Men innflutningurin er øktur við 107 mió. krónum.

 

Tað er ikki torført at verða samdur við Hóraldi í, at brúk er fyri gransking, men neyðugt er, at hon bæði er viðkomandi, realistisk, og í samstarvi við vinnuna. Tí vinnan hevur granskað meiri enn mangan kemur fram.

 

Samstundis er treyt, at framt verður íløguvirksemi frá privatari síðu, hugsjónum í dyggari marknaðarføring, samstørv á øllum mótum, heldur enn at bert verður sitið og bíðað eftir politiskum peningi, nú lyftini um “bleytu virðini” á ongan hátt kunnu tykjast framd.